Um viðrar verður stórt hátíðarhald í Funningi leygardagin 21. oktober, har standmynd, sum ímyndar landnámið og Grím Kamban, verður avdúkað.
Skráin er fjølbroytt og byrjar seinnapartin kl. 15.00 og endar á miðnátt.
Hesum boða Funnings bygdarfelag og Runavíkar kommuna frá, og tey greiða soleiðis frá søguliga, serstaka og stóra tiltakinum:
Søgnin sigur, at írskir munkar vóru teir fyrstu, sum búsettust í Føroyum, men at víkingar úr Noregi róku teir burtur higani. Hetta sigur hin írski munkurin Dicuil í bók síni “De mensura Orbis terrae” (Heimsins vídd).
Bókin er skrivað um ár 825, so roknað verður við, at tað norska landnámið í Føroyum hevur verið um hetta sama mundið. Dicuil skrivar m.a. soleiðis – og hildið verður, at hann her meinar við Føroyar: “Her hava einabúgvar búð fyri hundrað árum síðani, men nú er ongin eftir, tí víkingarnir hava rikið teir burtur – so nú er alt bara fult av seyði og havfugli.”
Soleiðis koma vit til Grím Kamban, sum sigst vera fyrsti landnámsmaðurin, og skal hann vera komin higar umleið ár 825 e.k., og tað hevur verið hildið fram, at hann lendi í Funningi.
Tað er eitt gamalt hugskot í bygdini, at fáa eina standmynd reista fyri landnáminum og Grími Kamban.
Runavíkar kommuna seldi fyri nøkrum árum síðan nakrar ognir hjá gomlu Funnings kommunu, og fæið varð av býráðnum markað óskert til endamálið. Á heysti í 2020 tók Bygdarfelagið í Funningi avgerð um at skipa eina nevnd, til tess at standa fyri verkætlan, ið hevði til endamáls at varpa ljós á Funning sum landnámsbygd og at varðveita søgnina um Grím Kamban.
Í nevndina vóru valdir Jóanis Erik Køtlum, Jóanes Johannesen og Rodmundur Nielsen.
Verkætlanin er nú komin á mál, og úrslitið er ein standmynd úr basalti og bronsu, – staðsett innanfyri kirkjugarðin í Funningi.
Listamaðurin Hans Pauli Olsen hevur staðið fyri listaverkinum og evnað bronsumyndirnar. Grótvirkið í Skopun hevur evnað klettarnar úr basalti, meðan Høgni Kastalag frá FulgArk hevur sniðgivið lendið.
Runavíkar kommuna hevur verið hollur stuðul undir verkætlanini og hevur staðið fyri lendisarbeiðnum.
Skráin fyri haldinum leygardagin, hin 21. oktober 2023, verður hendan:
Kl. 10.00 Bygdafólkið og fólk við tilknýti til bygdina verða boðin til morgunmat í skúlanum.
Kl. 15:00 Hátíðarhaldið byrjar við horntónleiki, felagssangi og røðum áðrenn standmyndin verður avdúkað .
Kl. 17.00 Konsert í kirkjuni við Lyon, Lenu Anderssen & Niclas Johannesen og Kára Sverrissyni & Óla á Grindafløtti.
Kl. 18.30 Í tjaldi í skúlagarðinum verður suppa, felagssangur og hugleiðingar.
Kl. 20.30 Føroyskur dansur í Dansistovuni við luttøku av Eysturoyar dansifelag .
Kl. 22.00 Enskur dansur við LM-band í tjaldinum í skúlagarðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald