26. juli í ár hevði myndlistakvinnan Elinborg Lützen fylt 100 ár. Í hesum sambandi verður standmynd reist av henni, beint omanfyri har Elinborg varð fødd, vaks upp og har hon virkaði í fleiri ár.
Les eisini: Standmynd av Elinborg Lutzen verður reist í Klaksvík
Tað er Klaksvíkar Kommuna, sum saman við Norðoya Sparikassa, hevur tikið stig til standmyndina, eftir uppskoti frá Edwardi Fuglø, listamanni. Hans Pauli Olsen, myndahøggari hevur gjørt standmyndina. Klaksvíkar Kommuna skrivar eisini, at vinnulívið í Klaksvík og aðrastaðni við hava eisini stuðlað hesari verkætlan væl.
Komandi týsdag fer Brynhild Danielsen at avdúka standmyndina. Elinborg Lützen var fastur hennara. Arbeitt hevur seinastu tíðina við at fáa øki heilt klárt, og 24. septmeber verður ymiskt á skránni í samband við avdúkingina Úti í Klaksvík. Ein partur av skránni verður í Spaniastovu, ið er beint við.
Elinborg Lützen doyði 22. november 1995.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald