Ein gullbikini, sum amerikanska sjónleikakvinnan Carrie Fisher var í í leiklutinum sum Leia prinsessa í Star Wars-filmunum, varð herfyri seld fyri 175.000 dollarar (1,2 milliónir krónur) á uppboðssølu hjá Heritage Auctions í amerikanska statinum Texas.
Talan er um ein av kendastu búnum í altjóða filmssøgu. Búnin, sum varð brúktur í filminum "Return of the Jedi" frá 1983, er ein av tveimum, sum varð gjørdur til endamálið.
Á uppboðssøluni, har umleið 600 lutir, vórðu settir til sølu, vóru eisini aðrir filmslutir.
Ein gandastavur, sum sjónleikarin Daniel Radcliffe brúkti í leiklutinum sum Harry Potter í filminum "Harry Potter and the Prisoner of Azkaban" frá 2004, varð seldur fyri 52.000 dollarar, ið svarar til 357.000 krónur, meðan ein hamari, sum varð brúktur í filmsrøðini "Thor" varð seldur fyri 81.000 dollarar, sum svarar til 557.000 krónur.
Ein búni, sum sjónleikarin Macauley Culkin brúkti í fyrsta "Home Alone"-filminum frá 1990, varð eisini seldur fyri 47.500 dollarar (326.000 krónur), skrivar BBC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald