Mentan

Starlight á Ljósfest

12. august fer ein bólkur á pallin, ið leikti í sjeyti- og áttatiárunum – Talan er um suðuroyarbólkin Starlight

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2023-07-17 15:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá Ljósfest verður 12. august, fer ein bólkur á pallin, ið leikti í sjeyti- og áttatiárunum. Tó hava teir verið saman á palli til okkurt serstakt høvi seinnu árini.

Talan er um suðuroyarbólkin Starlight.

– Starlight byrjaði í 1979, og spældi nógv til dans kring landið í áttatiárunum. Teir spældu rock- og popptónleik og vóru væl fagnaðir kring landið, og í 1981 vunnu teir heitið sum ársins tónleikabólkur. Fleiri av teimum, ið mannaðu bólkin, hava verið virknir innan tónleik síðani, skrivar Vágs kommuna.

– Bólkurin hevði skiftandi manningar, men til dømis hava hesir mannað bólkin millum ár og dag: Jón McBirnie, Johan Martin Jacobsen, Fróði við Kvíggjá, Kári Lisberg, Sámal Samuelsen, Fimmboði Lisberg, Jóannes Petersen, Pól Beder, Marner Jacobsen og Jákup Hansen. Seinni hava eisini Pauli Hansen og Bjarni Lisberg verið við.

Umframt Starligt, verða eisini framførslur frá Marius Ziska, Hanus G. Johansen, Section, og Hjalmar og Dagfinn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder