2020-03-17 18:08
Dagstovnurin við Velbastaðvegin fyribils stongdur. Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá í dag.
Eitt starvsfólk á Dagstovninum við Velbastaðvegin hevur í dag fingið staðfest koronasmittu. Meðan kannað verður, hvørjar ávirkan hetta hevur á virksemið, verður serskipanin við neyðansing á stovninum fyribils steðgað.
Stovnurin er sostatt ikki opin í morgin.
Nærri kunning verður latin starvsfólkum og foreldrum, skjótast til ber, sigur Tórshavnar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald