Innanlands

Starvsfólk á Herberginum var fyri hóttanum

Ein maður varð ógvuliga ónøgdur og síðani meldaður. Tá viðkomandi kom til Suðuroyar seinni á degnum, stóð løgreglan fyri honum

2023-11-29 09:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt mál um hóttanir á Herberginum var í gjár. Hesum boðar vaktleiðarin á løgreglustøðini í høvuðsstaðnum frá í morgun.

Tað var seinnapartin í gjár, at ein persónur, sum vitjaði á Herberginum í Havn, gjørdist so mikið ónøgdur, at hann hótti eitt starvsfólk. Hetta varð meldað.

Viðkomandi var farin av staðnum, tá løgreglan kom - støðan við ferðsluóhappinum á Velbastaðshálsi kravdi nógv av løgregluni júst hesa løtuna. Harvið komu umboð fyri løgregluna á Herbergið heldur seint, í mun til nær málið varð meldað. 

Tað var tó greitt, at maðurin var farin við Smyrli um Suðuroyarfjørð. Tá lagt varð at á Krambatanga í gjárkvøldið stóð løgreglan fyri honum. Maðurin er nú skuldsettur fyri hóttanir, upplýsir løgreglan.

Annars var millum annað eitt mál um stuldur í einum hjalli á Hoyvík. Eigarin varnaðist, at øl var stolin. Hurðin stóð ólæst. Slíkt er ikki so óvanligt, staðfestir løgreglan - serliga í økjum har tað ikki eru so góð ljósviðurskifti. Tá er tað lættari hjá tjóðum.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder