Starvsfólkini høvdu trupult at samstarva við stjóran

Nevndin í Posta tók bræv frá starvsfólkaumboðum í størsta álvara. Frihedsbrevet avdúkar staklutir um hví Hans Jákup Langgaard gavst sum stóri í Posta

Hans Jákup Langgaard (Savnsmynd)

Hans Jákup Langgaard (Savnsmynd)

2024-11-19 09:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt bræv til nevndina í Posta frá tveimum starvsfólkaumboðum um ónøgd við stjóran, var eftir øllum at døma orsøkin til, at Hans Jákup Langgaard herfyri valdi at siga upp sum stjóri á almenna partafelagnum Posta.

Tað kann Frihedsbrevet (krevur hald) avdúka í grein í dag.

Brævið til Jóan Magnus Rasmussen, táverandi nevndarformann, vísti á ónøgd og samstarvstrupulleikar við nýggja stjóran, ið byrjaði á Posta í november í fjør.

Í brævinum vístu tey bæði á, at tað var breið ónøgd í starvsfólkahópinum yvir, at tey høvdu trupult við at samstarva við stjóran, og tvørrandi samstarv eisini var orsøk til, at tvey starvsfólk – “lyklapersónar” – høvdu sagt seg úr starvi.

Hvørki Hans Jákup Langgaard sjálvur ella Jóan Magnus Rasmussen, táverandi nevndarformaður, vilja viðganga, at tað var júst brævið, ið var orsøkin til at stjórin gavst.

Men nevndarformaðurin váttar fyri Frihedsbrevet, at tey tóku brævið í størsta álvara, og viðgjørdu skuldsetingarnar við stjóran. Nevndin viðgjørdi skrivið og ásannaði, at um Hans Jákup Langgaard ikki sjálvur segði seg úr starvi, so kundi nevndin gerast noydd til at siga hann upp.

Almenna frágreiðingin frá Posta var, at stjórin sjálvur hevði sagt seg úr starvi, og at uppsøgnin var komin óvart á nevndina.

Les: Hans Jákup Langgaard sagt seg úr starvi

Í hesum sambandi kom fram, at Posta-stjórin fekk løn í seks mánaðir umframt 200.000 krónur í bonus við sær, hóast hann einans hevði sitið í stjórastarvinum í 11 mánaðir.

Stutt eftir at stjórin var farin til hús, fekk Jóan Magnus Rasmussen, nevndarformaður, boð frá Bjarna K. Petersen, landsstýrismanni, at hann ikki longur var formaður í nevndini fyri Posta. Á eykaaðalfundi í almenna partafelagnum, var Árni Ellefsen, fyrrverandi stjóri í BankNordik, settur sum nevndarformaður tí hann “skuldi fáa almenna partafelagið at hanga saman fíggjarliga”.

Les: Árni H. Ellefsen nýggjur nevndarformaður í Posta 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder