Innanlands

Starvsmannafelagið: Fyri fyrstu ferð er meirilutin í nevndini kvinnur

Altjóða kvinnudagur er í dag, og fegnast Starvsmannafelagið um, at kvinnur fyri fyrstu ferð hava meirilutan í nevndini

Nýggja nevndin í Starvsmannafelagnum. Ovast f.v: Súni Selfoss, formaður og Hilmar Augustinussen. Niðast f.v: Borgný Mohr, Noomi K. Rasmussen og Birita F. Kjærbæk (Mynd: Starvsmannafelagið)

Nýggja nevndin í Starvsmannafelagnum. Ovast f.v: Súni Selfoss, formaður og Hilmar Augustinussen. Niðast f.v: Borgný Mohr, Noomi K. Rasmussen og Birita F. Kjærbæk (Mynd: Starvsmannafelagið)

2020-03-08 16:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á aðalfundi hjá Starvsmannafelagnum í gjár varð nýggj nevnd vald, og fyri fyrstu ferð í søgu felagsins er meirilutin í nevdini kvinnur.

Hetta vísir Starvsmannafelagið á í sambandi við, at altjóða kvinnudagur er í dag.

Í núverandi nevndini hjá Starvsmannafelagnum eru hesi:

Súni Selfoss (formaður), Hilmar Augustinussen, Borgný Mohr, Noomi K. Rasmussen og Birita F. Kjærbæk.

Svend Erik Saxov og Jóngerð Simonsen eru varalimir.

Súni Selfoss varð afturvaldur til formann, og Birita F. Kjærbæk og Borgný Mohr eru nývaldar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder