Innanlands

Starvsmannafelagið: Starvsfólk hjá landinum hava rætt til løn hóast forfall fyri veður

Tað hava tey ið starvast hjá kommunum ikki, og hetta metir Starvsmannafelagið vera órímiligt. Munur er á reglum á økinum

Um almenna ferðslan liggur lamin, hevur eitt starvsfólk rætt til fulla løn, um tað ikki er møguligt at koma til arbeiðis (Mynd: Sverri Egholm)

Um almenna ferðslan liggur lamin, hevur eitt starvsfólk rætt til fulla løn, um tað ikki er møguligt at koma til arbeiðis (Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-08 09:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lógin er á økinum er avgerandi. Starvsfólk hjá landinum eru fevnd av eini vegleiðing frá 1992, sum merkir, at er veðrið so vánaligt, at tann almenna ferðslan liggur lamin, hava tey rætt til fráveru við løn. Hetta skrivar Starvsmannafelagið á heimasíðu sínari.

Nú tað er illveður kring landið, er hetta eitt sera relevant evni. Starvsmannafelagið vísir á, at tað er órímilgt, at tað sama ikki er galdandi fyri tey, ið starvast hjá
kommununum. Ongar felags reglur um forfall vegna veður, og kommunurnar avgera hettar sjálvar. 

Starvsmannafelagið hevur heitt á Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um at fáa felags reglur fyri kommunurnar, har svarið hevur verið, at einstøku kommunurnar ráða fyri hesum sjálvar.

Starvsmannafelagið heitir á kommunur og aðrar arbeiðsgevarar í sattmálaøkinum um ikki at draga síni starvsfólk í løn, tá tey ikki sleppa til arbeiðis fyri veður, so at tey eru verri stillaði enn tey, sum starvast hjá landinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder