![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Starvsmannafelagið stuðlar Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í verkfallinum. Hesum boðar felagið frá í dag.
Á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum stendur soleiðis:
Við hesum vil Starvsmannafelagið lýsa Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sín fulla stuðul í verkfalli teirra. Samstundis heita vit á limir okkara í Starvsmannafelagnum um ikki at taka upp verkfalsrakt arbeiði.
Somuleiðis nýta vit høvið at koma við eini áheitan til sáttmálapartin hjá sjúkrarørktarfrøðingunum, Fíggjarmálaráðið, um aftur at sessast við samráðingarborðið, og fáa í lag eina virðiliga semju, sum báðir partar kunnu liva við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald