Føroysku pensjónsfeløgini geva, sum tey einastu í Norðurlondum, framvegis kvinnum lægri mánaðarligt pensjónsútgjald enn monnum. Grundgevingin er tann, at kvinnur sum bólkur í miðal liva longur enn menn.
Hetta metir Starvsmannafelagið vera eina sera ivasama siðvenju, tí einstaka kvinnan verður revsað hvønn mánað, av tí at hennara bólkur í miðal livir longur enn menn.
Fakfelagið vísir á, at aðrir bólkar enn kvinnur í miðal - eitt nú fólk við longri útbúgvingum og fólk sum liva í parlagi/hjúnalagi. Starvsmannafelagið fer nú at taka málið upp við LÍV.
Starvsmannafelagið fegnast um, at røddir í politiska landsslagnum nú siga seg vilja fremja broytingar á økinum við lóg. Eitt nú landsstýriskvinnan í javnstøðumálum, Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, sum á tingsins røðarapalli fyri viku síðani staðfesti, at hon fór at gera sítt til at vinna kvinnum somu rættindi á pensjónsøkinum, sum menn hava.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald