- Báturin skal vera enn eitt stásiligt prýði fyri býin. Tí avgjørdu vit at byggja eitt nýtt og vakurt neyst her úti við Müllers Pakkhús, her báturin hevur fingið heiðurspláss og møguleiki verður hjá fólki at skoða meistarliga verkið, sum er smíðað eftir gomlum føroyskum siði og sniði, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá neystið varð tikið í nýtslu seinnapartin.
Tað eru Jákup Magnussen og Bjørn Reinert, sum hava smíðað neystið, sum er smíðað eftir gomlum byggisiði. Tað vil siga tappað saman. Arni Clementsen hevur teknað neystið og Andrass Joensen hevur undirvíst næmingunum, sum hava smíðað bátin.
- Vit søgdu alment í mai-mánaði, at kommunan hevði ognað sær henda føroyska bátin, sum næmingar á Tórshavnar Kvøldskúla hava smíðað, og at báturin skal vera fólksins ogn og koma øllum til góðar, bæði føroyingum og útlendskum gestum. Og nú stendur hann her.
- Neystið er gjørt soleiðis, at áskoðarin kann skoða bátin í samspæli við vakra maritima umhvørvið her úti við bedingina. Ikki bert hevur tað stóran týdning, at varðveita bátin og føroyskt bátasmíð, men føroyski báturin er ein hin størsta gávan og vakrasta listin, vit føroyingar eiga. Tí er tað okkara skylda at varðveita og menna handverkið at smíða bátin.
- Og tað vil Tórshavnar kommuna fegin stuðla í mest møguligan mun. Kvøldskúlin hevur seinastu árini lagt stóran dent á at halda føroyskt bátasmíð í hevd. Vit vóna, at hetta átak kann stimbra tilvitanina og kveikja áhugan fyri føroyska bátinum.
- Eg fari at takka tykkum øllum fyri valaverk. Vit fegnast við tykkum, og hetta er eitt dømi um, at kommunan tekur føroyskt bátasmíð í álvara og vil varðveita og menna aldargamla handverkið, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, nú neystið alment varð latið upp seinnapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald