Mentan

Stavandi sól og syngjandi sørvingar

Amerikanski írin hugtók við síni undirhaldandi framførslu av kendum countryhittum. Lyon lukkaðist, og Jakkin fagnaður bæði tímiliga og andaliga

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-06-14 13:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Veðrið hevur alt at siga. Í hvussu so er, tá tað ræður um festivalar í Føroyum. Sørvágs Country & Blues Festivalur 2026 er eitt lýsandi dømi um hetta.

Ikki tí at nakað var galið við tónleikaúrvalinum fríggjakvøldið. Men veðrið spældi ikki við, og so blívur stemningurin ikki tann rætti. Fólkini á pallinum gjørdu sítt til at fáa stemningin upp, men tað nyttar so lítið, tá áskoðarin verður niðurkøldur og bloyttur inn á skinn.

So varð øðrvísi seinna kvøldið. Leygardagurin í Sørvági var fantastiskur. Serliga var tað veðrið. Løgið við veðrinum hesa tíðina. Yvir Dungasand var blá luft, men hugdi tú út á fjørðin so sást tú ikki Mykines, sum annars plagar at liggja so týðulig úti í fjarðarmunnanum. Hon var fjald av eini tjúkkari mjørkadýnu tað mesta av degnum. Og sama skil er í dag. Stavandi sól í Sørvági og Mykines hevur húgvu.

Ja, veðrið var so gott í Sørvági í gjár, at ein kundi pástaðið, at líka mikið hvør tað var, sum spældi á pallunum, so hevði hetta verið besti countryfestivalur ‘ever’.

Yvirritaði hevur verið til allar countryfestivalar í Sørvági, og minnist bert ein, har veðrið var eins gott og leygardagin í ár. Tað var á allar fyrsta festivalinum í 2012, tá ein varðislig roynd varð gjørd at stápla ein festival upp á beinini í Sørvági. Ikki vóru fólkini so nógv tá, men tíbetur er projektið eydnast, so at Sørvágs Country og Blues Festivalur stendur millum sterkastu ‘brandini’ innan hesa bransjuna í dag.

[object Object]Robert Mizzell (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hitt oman á hitt

Høvuðsnavnið leygarkvøldið, írski amerikanarin, Robert Mizzell úr Schreveport, Louisiana, var eitt upplivilsi. Rættiliga meinlíkur írska liverpoolaranum, Nathan Carter, sum vitjaði teir báðar undanfarnu festivalarnar, í síni framtraðkan.

Stílreint, trygt, musikalskt og við framúr kontakt við fjøldina. Men hesaferð var tað meira reindyrkað country enn írskt. Mr. Mizzell dugir og kennir sínar røtur. Fýrdi eitt hitt fyri og anna eftir av.

Onkur saknaði kanska eitt sindur meira av originalum tilfari, men fjøldin fekk tað, hon vildi hava – eina langa røð av góðum, kendum og vælsvingandi countryhittum. Har vóru Waylon og Willie, Jones og Strait, Kenny Rogers og ikki at gloyma Garth Brooks.

Og sørvingar sungu og skrálaðu við – summi dugdu hvørt einasta orð á sangunum hjá Rogers og Brooks, løgdu vit til merkis.

Og fagnaðurin var stórur og Robert Mizzell segði seg ikki hava upplíva slíka vælkomu og vælvild sum í Føroyum, og kunngjørdi, at hann vildi sleppa aftur til Sørvágs eina aðru ferð. Og fjøldin skar út í fagnaðarróp.

[object Object]Hallur Joensen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sanni kongurin – í absoluttum toppformi

Tá hetta er sagt, so skal viðgangast at fagnaðurin var uppaftur størri á konsertini sum var á Dungapallinum áðrenn hesa konsertina við høvuðsnavninum.

Hallur Joensen hevur við sínum monnum verið við á øllum festivalunum í Sørvági. Ongantíð hevur Hallur verið fagnaður meira enn hann var í gjárkvøldið. Veðrið var til vildar, tónleikararnir væl samanspældir, áhoyrararnir ordiliga við upp á tað og Hallur í absoluttum toppformi.

Sangirnir vóru teir somu sum í fjør – allir føroyskir uttan Bellamy-sangurin um Amandu – og øll sungu við.

Hæddarpunktið var – sum so ofta fyrr – tá hann legði upp til vakra sangin “Um tú hevur tað sum eg”. Hvørki Kristina Bærendsen ella Jessica Hallursdóttir vóru til staðar at syngja kvinnurøddina. Onkuntíð hevur Laila Carlsen verið stand-in. Men ikki hesaferð.

[object Object]

Tað var ístaðin Anna Lovisa Mýri – ha, hon frá Hoydølum – og tað var væl móttikið. Anna Lovisa megnaði uppgávuna til kross og stjørnu – framúr. Vit takka fyri upplivilsið.

Eisini tá eitt heilt lið brúðargentum í ljósareyðum cowboyhattum komu á pall at fagna eini ungari kvinnu, sum skjótt skal gerast vív. Allar vóru, saman við, Onnu Lovisu, við í kórinum til "Kyss ein Eingil hvønn morgun”.

Hetta var ein av bestu koncertunum hjá Halli yvirhøvur, vóru vit fleiri, sum hildu.

Var hann countrykongurin frammanundan, so er spurningurin hvat hann er nú...

Suðurstatsblues við Lyon

Men tað vóru eisini musikalsk upplivilsir á tí minna og hugnaliga Dungapalli. Lyon, suðurstatsbluesarin úr Gøtu, byrjaði leygarkvøldsballið í bakandi vestansól. Hóast tað kanska ikki er country hann syngur, so rakar tónleikur hansara beint í hjartað á hesum festivali.

Lyon er avgjørt eitt navn, ið skal bjóðast aftur til Sørvágs.

Og so vóru tað Signar úr Homrum og hansara menn, sum til høvið høvdu sett saman eina skrá av Willie Nelson sangum (hóast, mundi eg sagt, hann ikki er deyður enn). Riggaði framúr væl, og har eru eisini nógvir sangir at taka av.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Strámenn savnaðu til felagssang

Hinvegin var tað ein heiður til eitt farið stórmenni, sum var næst á skránni á Stakkapalli. Lokali fólkatónleikabólkurin við Remi Hansen á odda, hevur havt nógvar framførslur á countryfestivalinum gjøgnum árini. Sum ofrast á smærri pallum við eini avmarkaðari áhoyrarafjøld.

Hesaferð var nakað annað. Teir høvdu sett sangirnar hjá Jóan Jakku Guttesen, sála, á skránna. Høvdu sett ravmagn til sologuittaran, so Tinganest-sangirnir fingu eitt autentiskan, ektaðan, dám.

Tað riggaði væl. Sørvingar sungu við, eins og var Jakkin sjálvur til staðar, og Strámenninir vóru fagnaðir, sum ongantíð áður.

Eitt gott upplivilsi fyri teir eisini, at vera fagnaðir so hjartaliga.

[object Object]Kristel Lisberg og Bjarne Paamand Olsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Dundrandi og taktfast

Tann, sum fekk heiðurin at lukka ballið á Dungapallinum var Kristel Lisberg, sum hevði eitt dugnaligt lið saman við sær. Føroyingarnar Magna Husgaard á tangentum, Janus Kampmann á guittara og Jógvan Fróðin Baldvinsson á bassi. Unnustin úr Nashville, Shannon Forrest á trummum, og Bjarne Paamand Olsen úr Danmark á kassaguttar og sum væl stuðlandi viðsangari.

Fín konsert við av popputum country-rokki við dundrandi ótrúliga taktføstum trummuspæli sum baktjald. Spennandi verður at hoyra meira frá Kristel og Shannon og teimum.

[object Object]
Sommerson Band (Mynd: Jens Kr. Vang)

Á veg til húsa var, sum rosinan í pylsuendanum, dekkað upp til dans á Stakkapalla, har Anfinn Sommerson og bansara band sjálvandi spældu eyðkannissangin hjá festivalinum um tá ‘country kom til staðin’.

[object Object]
Garpar (Mynd: Jens Kr. Vang)

Válandi út úr ‘kirkjuni’

Nú hesar linjur verða skrivaðar, er lokala manskórið Garpar í holt við at syngja postludium til árligu countrygudstænastuna, sum orsaka av góða veðrinum, er flutt heim á Stakka, og harvið kunnu vit eisini siga, at ongantíð fyrr hava so nógv fólk verið í kirkju í Sørvági.

Og postludiið hjá Garpum er ongin annar enn “Válandi heim eftir niðaravegi” hjá Jóan Jakku Guttesen. Harvið fekk Jakkin og sangskattur hansara eisini góðskustemplið frá sjálvari kirkjuni í heimbygdini.

Tað hevði hann neyvan kunnað rokna út, tá hann í síni tíð skrivaði sína helst kendastu strofu: “Skeivur sum ein hani, fullur sum eitt svín”.

Men fult uppiborið...

[object Object](Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(PS: Hugtakið sørvingar er stundum brúkt í umrøðuni av countryfestivalinum. Hugtakið verður í hesum samanhangi brúkt, sum dekkandi fyri allar festivalgestir. Á countyfestivalinum eru vit øll sørvingar)

Sí fleiri myndir:

Leygarkvøld á countryfestivalinum

Leygarkvøld og sunnunátt á countryfestivalinum

Countrygudstænasta á Stakka

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder