2020-10-27 17:12

Tveir føroyskir íbúgvar við útlendskum uppruna vórðu í morgun, 27. oktober 2020, steðgaðir á flogvøllinum. Teir vóru ávegis av landinum við 800.000 krónum í viðførinum - talan var um evruseðlar.
Tolleftirlitið legði hald á peningin, og Toll upplýsir, at illgruni er um, at peningurin stavar frá narkosølu og hvítvasking.
Málið er nú latið løgregluni og verður kannað viðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald