Innanlands

Steinar vóru til ampa á Marknagilsvegnum

Ein lastbilaførari hevði ikki tryggjað lastina nóg væl og verður nú skuldsettir fyri brot á ferðslulógina. Vindurin órógvaði eisini eitt sindur í gjár

Ein steinur endaði undir einum bili, orsakað av at ein billúka ikki var nóg væl aftur (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ein steinur endaði undir einum bili, orsakað av at ein billúka ikki var nóg væl aftur (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-11-22 11:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðliga í gjáramorgunin var nakað av gróti til ampa fyri bilførarar, sum koyrdu eftir Marknagilsvegnum. 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir frá, at ein bilførari hevði ikki tryggjað sína last nóg væl. Baklúkan á lastbilinum var ikki heilt aftur, og steinar sóust skjótt á vegnum. Slíkt kann vera vandamikið - serliga tá sýni ikki er gott. Bilurin var á veg niðan í Húshaga.

Sambært in.fo rendi ein bilur á ein stein, sum endaði undir bilinum. Neyðugt var at nýta eina donkraft fyri at fáa hann leysan.

Nakað av ferðsluruðuleika stóðst av steinunum, greiðir vaktleiðain frá. Tórshavnar Sløkkilið fekk tó - saman við arbeiðsfólki hjá felagnum, sum átti lastbilin - ruddað vegin.

Funnið varð skjótt fram til førarin, sum hevði verið heldur óansin, í mun til at tryggjað lastina. Fyri hetta fær hann skuldseting fyri brot á ferðslulógina, og slíkt hevur vanliga við sær eina bót. Undir hesum lógarbrotinum kann man eisini revsast við treytaleysari frádøming av koyrikortinum.

Løgreglan fortelur eisini Portalinum, at veðrið hevði við sær nakrar fráboðanir í gjár og fyrrapartin. Sum vanligt tá nógvur vindur er, so er vandi fyri at trampolinir fara, og so var eisini í gjár í høvuðsstaðnum. Onkur byggipallur fekk eisini skaða í vindinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder