Mentan

Stella Polaris á skránni fyrst í mars

Tónleikakappingin fyri ungar klassiskar tónleikarar skal millum annað geva rásarúm fyri menning. Kappingin er skipað sum alment tiltak og í trimum aldrusbólkum - til ber at melda seg fram til 1. febrar

Kappingin er skipað í trimum aldursbólkum: Til og við 13 ár, 14 ár til og við 18 ár,19 ár til og við 24 ár. Tónleikarar sum hava tilknýti til Føroyar, kunnu melda seg til kappingina. Í dómsnevndini vera fimm dómarar, ið skulu meta um avrikini hjá luttakarunum.

Kappingin er skipað í trimum aldursbólkum: Til og við 13 ár, 14 ár til og við 18 ár,19 ár til og við 24 ár. Tónleikarar sum hava tilknýti til Føroyar, kunnu melda seg til kappingina. Í dómsnevndini vera fimm dómarar, ið skulu meta um avrikini hjá luttakarunum.

2023-01-04 08:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tónleikakappingin Stella Polaris, ið er fyri ungar, klassiskar tónleikarar, verður hildin í Hátúni í døgunum 2. - 4. mars 2023.

Kappingin gevur rásarúm fyri menning hjá musikalskum evnaríkum ungum, ið spæla klassiskan tónleik. Við at seta sjóneykuna júst á hetta økið, ynskir kappingin at geva sítt íkast til føroyska mentanarlívið, at vísa evnaríkum ungdómum størri ans, at vera fyrimynd fyri onnur ung, at staðfesta skapanargleði, menning og dygd og at stimbra áhugan fyri klassiskum tónleiki sum heild.

Kappingin er skipað í trimum aldursbólkum: Til og við 13 ár, 14 ár til og við 18 ár,19 ár til og við 24 ár. Tónleikarar sum hava tilknýti til Føroyar, kunnu melda seg til kappingina.

Í dómsnevndini vera fimm dómarar, ið skulu meta um avrikini hjá luttakarunum.

Tilmelding lat upp í gjár týsdagin 3. januar, og freistin at melda er sett at vera 1. februar 2023 klokkan 13.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Tórshavnar Musikkskúla. Kappingin er skipað sum alment tiltak.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder