2023-11-28 14:05
Frá leygardegnum og restina av desember, sýnir Stella Zachariassen fram sínar nýggjastu málningar á Krosslíð 2 við Grønlandsvegin í Havn.
Hesir málningar vísa ans til tíðina, sum vit liva í, og eru til at motivera okkum. Eisini verður ein jóla myndabásur, málaður av SelviZach Arts, har øll kunnu taka mynd av sær sjálvum og verða við í eini kapping, sum byrjar tann dagin.
Heitið á framsýningini er "Ferðin – the Journey" og er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 9 til 17 og leygardag frá 13 til 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald