![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Góðar 800 milliónir vórðu útgoldnar í lønum í mai. Tað eru knappar 25 milliónir minni enn í mai 2019. Vøksturin, sum hevur verið í lønargjaldingunum seinnu árini, er steðgaður upp. Eins og í apríl sæst fallið serliga í privatu tænastuvinnunum.
Tað skrivar Hagstovan, nú nýggjastu hagtølini fyri lønarútgjaldingarnar eru uppgjørd.
25 milliónir krónur minni í lønarútgjaldingum er ein minking á 2,9 prosent í mun til sama mánað í fjør.
Hagstovan hevur eisini gjørt eina framrokning av, hvussu lønarútgjaldingarnar í mars, apríl og mai høvdu verið, um ongin koronasmitta var, og gongdin í lønarútgjaldingunum hevði verið óbroytt.
- Av teimum trimum mánaðunum, sum farnir eru, síðani landið fór niður í ferð, er tað maimánaður sum brýtur mest frá væntaðu gongdini undan koronu. Í mars vóru útgoldnu lønirnar og framoknaða metingin nærum tann sama, skrivar Hagstovan.
Framrokningarnar vísa, at tað serliga er í privatu tænastuvinnuni, at lønarútgjaldingarnar eru minkaðar.
Í mai mánaði rindaði privata tænastuvinnan 236 milliónir í lønum. Framrokningin vísir, at útgjaldingarnar høvdu verið 274 milliónir um árið ikki var órógvað. Tað vil siga, at lønarútgjaldingarnar her eru 14 prosent minni enn væntað frammanundan.
Serliga eru tað vinnugreinirnar 'gistihús og matstovuvirki', 'handil og umvæling', 'flutningur annars' og 'húsarhaldstænastur', sum hava merkt niðurgongd.
Í vinnugreinini 'gistihús og matstovuvirki' vóru útgoldnar góðar 6 milliónir í lønum í mai. Framroknaða metingin vísir 14 milliónir fyri maimánað. Fallið er næstan 8 milliónir ella 56 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald