Innanlands

Stillaði seg tvørs fyri uttan fyri tinghúsið

Soloóhapp á Tinghúsvegnum seinnapartin

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-26 14:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú í eina løtu hevur ongin gjøgnumkoyring verið niðan fram við Løgtingshúsið.

Ein persónbilur stóð tvørs fyri beint uttan fyri tingsalin. Tey, ið hava hugt í sjónvarpinum meðan tingið hevur orðaskifti um uttanríkismál, hava kanska gáað eftir, at trongsul var við vindeyguni út til Tinghúsvegin fyri at hyggja.

Talan er um eitt soloóhapp. Helst hevur bilurin rent á garðin inn til Havnar Klubba. Ein persónur var í bilinum, og viðkomandi er sendur á landssjúkrahúsið til kanningar fyri smásnuddir.

Løgreglan er á staðnum, boð eru send eftir einum bili, sum kann taka bilin burtur, og tí verður roknað við, at ferðslan er stongd eina løtu afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder