2025-04-17 09:17

Í gjár fekk løgreglan boð frá einum handli í Havn, sum selur elektronikkvørur, at ein persónur hevði verið í handlinum og farin avstað við vørum fyri umleið 8.000 krónur uttan at gjalda.
Handilin hevði góðar vakmyndir av persóninum, sum løgreglan nú hevur fingið í varðveitslu. Enn hevur løgreglan ikki eyðmerkt persónin, hóast myndirnar av viðkomandi eru sendar runt innanhýsis hjá løgregluni, men arbeitt verður víðari við at finna útav, hvør viðkomandi er.
Løgreglan skal eisini tosa við vitnir áðrenn onnur tiltøk verða sett í verk til tess at finna útav, hvør tjóvurin er. Møguliga kann vera talan um at almannakunngera myndirnar, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald