Mentan

Stjørnan verður funnin leygarkvøldið

Stóra Stella Polaris tónleikakappingin farin í gongd í Norðurlandahúsinum

Ein av luttakarunum: Hannes Gotfred Dam

Ein av luttakarunum: Hannes Gotfred Dam

2019-01-31 15:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tónleikakappingin Stella Polaris, sum er kapping fyri ungar klassiskar tónleikarar, fór av bakkastokki í dag.

Kappingin verður hildin í Norðurlandahúsinum og byrjaði í morgun við bólkinum við børnum til 14 ár. Í hesum bólki eru 14 luttakarar. Kappingin verður uppafturtikin seinnapartin og heldur áfram fyrrapartin í morgin við bólkinum 14 til 18 ár umframt bólkinum 18 til 25 ár. 

Leygarkvøldið kl. 17 verður stóra finalan við teimum seks finalistunum. Eftir at luttakararnir hava framført leygarkvøldið, verða vinnararnir funnir. Fyrst í bólkinum upp til 14 ár, síðani í bólkinum 14 upp til 18 ár og til síðst verða vinnararnir av finaluni avdúkaðir. 

Les meira um Stella Polaris 2019 

Tey fimm, sum døma kappingina og harvið avgera, hvør stendur eftir sum vinnari av Stella Polaris 2019 eru Tony Shorrocks, sum er dómsnevndarformaður, Claire Thomsen umboðandi Føroya Symfoniorkestur, Stéfan Jón Bernharðsson umboðandi tónleikagreinina í breiðari merking, Diana Gilstón umboðandi áhoyrararnar og Sunleif Rasmussen umboðandi Tórshavnar Musikkskúla. 

Í alt eru 49 luttakarar í kappingini. Tað er Musikúlanevnd Tórshavnar Musikkskúla, sum stendur fyri kappingini.  

[object Object]
Ein av luttakarunum: Nancy Nónskarð Dam

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder