Innanlands

Støðan við corona í Føroyum óbroytt

Allar corona-royndirnar í dag eru negtivar. Tveir føroyingar hava higartil fingið staðfest coronavirus og 33 eru í sóttarhaldi

2020-03-09 22:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Talið var staðfestum coronatilburðum í Føroyum er framvegis tað sama. Heilsumálaráðið upplýsir í kvøld, at allar royndirnar, sum eru gjørdar í dag, eru negativar.

Tveir føroyingar hava higartil fingið staðfest corona-virusið, meðan í alt 33 fólk eru avbyrgd. Nøkur teirra eru á Hotel Vágum meðan tey flestu eru avbyrgd við hús.

Frá í morgin klokkan 9 fyrrapartin ber til at fáa ráðgeving um corona-virusið alt samdøgrið. Tað er Heilsumálaráðið, sum setur samdøgursráðgevingina í verk.

Til ber bæði at ringja og at skriva.

Telefonnummarið er 734050 og teldupostadressan er [email protected]. Tað er læknar, ið fara at svara møguligum fyrispurningum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder