Fyrrapartin í gjár støðgaði løgreglan einum prutli. Ikki færri enn fýra brot á lóggávuna vórðu staðfest.
Prutlið varð støðgað ‘norðanfyri’, sum tað eitur á løgreglumáli, tá tey ikki vilja greina nærri hvar tað hendi. Norðurøkið er Eysturoyggin og Norðoyggjar.
Staðfest varð, at prutlið koyrdi við eini ferð á 57 kilometrar um tíman, hóast hægst loyvda ferðin hjá slíkum akfari er 30 km/t. Staðfest var eisini, at prutlið var ólógliga broytt til at kunna koyra skjótari enn loyvdu 30 kilometrarnar um tíman.
Harafturat er prutlførarin nú skuldsettur fyri at koyra uttan koyrikort, og eigarin av prutlinum er eisini skuldsettur fyri at hava latið prutl sítt til persón, sum er undir 15 ár, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald