
Í gjár vórðu 190 heilsustarvsfólk og sjúklingar í serligum vandabólkum koppsett á Landssjúkrahúsinum.
Hetta skrivar heimasíðan corona.fo, ið eisini hevur gjørt koppsetingartølini upp fyri seinastu vikurnar:
- Samanlagt eru 5355 koppsetingar gjørdar í Føroyum síðani ársskiftið. 4134 fólk hava fingið fyrra prikið. 1221 hava fingið seinna prikið og eru liðugt koppsett.
Kunnað varð eisini um, at nú verður ein steðgur í koppsetingini, til nýggj sending við koppingarevni kemur til landið einaferð í seinnu hálvu av næstu viku.
Les eisini: Fyrstu skamtarnir frá Astrazeneca komnir til Danmarkar-Føroyar og Grønland fáa ikki burtur av
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald