Innanlands

Støðirnar hjá Effo og Magn lata upp aftur

Orsøkin til at sølubúðirnar lótu aftur var at avmarka smittuvandan, men nú lata tær upp aftur

Magn (Savnsmynd)

Magn (Savnsmynd)

2020-03-31 18:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir at hava havt stongt í 14 dagar, lata bensinstøðirnar hjá Effo og Magn upp aftur. Tað verður tó við fyrivarni, og við avmarkaðum vøruúrvali.

Effo letur upp í morgin 1. apríl meðan støðirnar hjá Magn lata upp hósdagin 2. apríl.

Hetta visti útvarpið at siga í kvøld.

Orsøkin til, at bensinstøðirnar stongdu fyribils var fyri at minka um smittuspjaðing.

- Vit hava tikið heilsufrøðina við upp á ráð, og fingið váttan fyri at tað er eingin vandi í tí, enn í nøkrum øðrum sum er opið, og tí lata vit upp í morgin, segði Janus Thomsen, stjóri Effo við útvarpið í kvøld.

- Vit hava lært eina rúgvu upp á 14 dagar, sum vit vóru í stórum iva í, tá vit lótu aftur. Nú halda vit at tað er so gott stýr uppá mannagongdir og trygdarverjir. Fólk eru eisini nógv meira varin nú og fylgja mannagongdum um spritt og tílíkt, segði Henrik Egholm, stjóri í Magn.

[object Object](Savnsmynd)

Dagført kl. 18:33

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder