Innanlands

Støðugur fólkavøkstur í Tvøroyrar kommunu

31. desember 2021 búðu 1.770 fólk á Tvøroyri - tað eru 63 fleiri enn júst tvey ár frammanundan. Fyri fyrstu ferð í fimm ár var burðaravlop í kommununi. Samanlagdur fólkavøkstur var í Suðuroynni júst farna árið

2022-01-06 17:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fleiri ár hevur verið tosa um burturflyting úr Suðuroynni, og hóast fólkatalið í trimum av kommunum nú er eitt lítið sindur lægri enn fyri einum ári síðani, so hevur samanlagdur fólkavøkstur verið í Suðuroynni seinasta árið, um hugt verður at tølunum frá Landsfólkayvirlitinum:

Fyri allar kommunur í Suðuroynni síggja fólkatølini soleiðis út (1. januar 2021 / 31. desember 2021):


Fámjin, 86/84 = -2,33%

Hov, 97/102 = +5,15%

Hvalba, 669/679 = +1,49%

Porkeri, 319/317 = -0,63%

Sumba, 350/356 = +1,71%

Tvøroyri, 1744/1770 = +1,49%

Vágur, 1389/1380 = -0,65%

Samanlagt: 34 fólk fleiri við árslok enn við ársbyrjan


Størstur var vøksturin í Tvøroyrar kommunu - tó at prosentvøksturin var størri aðrastaðni. 31. desember 2021 búðu 1770 borgarar á Tvøroyri, í mun til 1744 1. januar sama ár. Hetta svarar til ein vøkstur upp á 26 borgarar, ella 1,49 prosent.

Og vøkstur hevur 31. desember 2019, skrivar tvk.fo. Tá búðu 1707 borgarar á Tvøroyri. Harvið er vøksturin uppá tvey ár svarandi til 63 fólk, og í mun til 31. desember 2015 eru 79 fleiri borgarar í kommununi.

Vaksandi fólkatalið sæst eisini aftur í skattainntøkunum. Seinastu tølini frá Taks til kommununar fyri 2021 samanlagt vísa, at Tvøroyrar kommuna hevur havt ein vøkstur í skattainntøkunum, svarandi til 3,53 prosent - svarandi til 2,26 milliónir.


Burðaravlop fyri fyrstu ferð síðani 2016


Eitt annað, ið tey í Tvøroyrar kommunu kunnu fegnast um viðvíkjandi tølunum frá 2021, er, at tey fyri fyrstu ferð í 2015 høvdu burðaravlop. 14 eru farin og 20 eru fødd í 

- Ilt er at spáa um, hvussu 2022 fer at hilnast, men ábendingar eru um, at góða gongdin við fólkatalinum fer at halda fram, tí á fólkayvirlitinum eru tey vitandi um fleiri, ið hava ætlanir um at seta búgv í kommununi, skrivar tvk.fo

Ein avbjóðing við jaligu gongdini, tá burðaravlop er og barnafamiljur flyta til, er barnaansingarøki og er tað eisini støðan í dag. Kari Petersen, leiðari á ansingarøkinum hjá Tvøroyrar kommunu, sigur við tvk.fo, at eftirspurningurin á ansingarplássi er framvegis vaksandi, og at fleiri børn eru í kommununi, ið enn ikki eru uppskriva. 

Í november kom tað fram, at útibarnagarðurin í Trongisvági nú noyðist at flyta vegna plásstrot.

Skattaprosentið og barnafrádrátturin á Tvøroyri fyri í ár verður tað sama sum í 2021 nevniliga 20,9 prosent og 7.000 krónur fyri hvørt barnið.






placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder