Innanlands

Støkk inn hjálpir til at skunda undir koppsetingargongdina

Meira enn helmingurin av teimum, ið vórðu koppsett í gjár, nýttu "Støkk inn" í Skótahúsinum í Runavík. Beint undir 300 fólk vórðu koppsett í gjár, og nú eru næstan 34.000 liðugt koppsett

2021-08-25 11:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, týsdagin 24.august, vórðu 291 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum. Av teimum fingu 156 fólk fyrra prikið og 135 fólk gjørdust liðugt koppsett. 

Harvið eru tað nú 36.511 fólk, ið hava fingið fyrru koppsetingina og 33.888 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.

Hetta vísa tøl hjá corona.fo.

Tað gongur ikki so skjótt við at koppseta nú, men tá Støkk inn koppseting er, so hjálpir tað í ein mun at skunda undir gongdina. 

Í gjár bar til at møta upp í Skótahúsinum við Løkin í Runavík millum klokkan 16 og 18, og tilsamans 158 nýttu høvið at støkka inn, skrivar corona.fo. Av teimum vóru 113, ið fingu fyrru koppsetingina.

Tilsamans 70.399 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder