Uttanlands

Stoltenberg fer frá sum Nato-aðalskrivari í heyst

Hann hevur sitið í nærum níggju ár, og ynskir hann ikki at leingja tíðarskeiðið enn einaferð, upplýsir talsfólk hjá verjusamgonguni

Jens Stoltenberg hevur verið aðalskrivari hjá Nato síðan 1. oktober 2014 (Savnsmynd)

Jens Stoltenberg hevur verið aðalskrivari hjá Nato síðan 1. oktober 2014 (Savnsmynd)

2023-02-12 10:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jens Stoltenberg ætlar sær ikki at søkja um at leingja sína tíð sum aðalskrivari hjá Nato, og fer hann eftir ætlan frá í heyst, upplýsir verjusamgongan.

Mandatið hjá Jens Stoltenberg er longt tríggjar ferðir, og hevur hann sitið sum aðalskrivari í nærum níggju ár.

Jens Stoltenberg er útbúgvin búskaparfrøðingur og fyrrverandi forsætisráðharri í Noregi.

Stutt eftir, at Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar í fjør, varð tíðin hjá Stoltenberg sum aðalskrivari long fram til 30. september í ár, og sambært dulnevndum keldum, vilja Nato-limalondini hava hann at halda fram til apríl 2024 orsakað av hansara "einastandandi avriki", skrivar Ritzau.

4. apríl næsta ár eru eisini 75 ár liðin, síðan Nato varð sett á stovn, og sambært týska miðlinum Welt am Sonntag, ynsktu limalond, at Stoltenberg skuldi halda fram til tá.

Enn er eingin avgerð tikin um, hvør eftirmaðurin hjá Stoltenberg verður, men í uppskoti er m.o. Pedro Sanchez, forsætisráðharri í Spania, og Ben Wallace, bretski verjumálaráðharrin, skrivar Reuters.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder