Innanlands

Stór fakfeløg útseta ætlaðar aðalfundir

Bæði Føroya Pedagogfelag og Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar útseta sínar aðalfundir

(Mynd: Føroya Pedagogfelag)

(Mynd: Føroya Pedagogfelag)

2020-03-09 16:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Orsaka av tilráðingini frá Heilsumálaráðnum um ikki at halda fundir við fleiri hundrað fólkum savnað á einum stað, eru tað nú fakfeløg, sum avlýsa aðalfundir, sum sambært ætlan skuldu verið nú í mars mánaði.

Fyrr í dag boðaði Felagið føroysir Sjúkrarøktarfrøðingar at fundurin, sum skuldi vera komandi leygardag, 14. mars, er útsettur.

Og nú seinnapartin boðar eisini Føroya Pedagogfelag frá, at teirra aðalfundur eisini er útsettur.

Aðalfundurin hjá pedagogunum skuldi vera leygardagin 21. mars.

Í pedagogfelagnum fer fram val av limi til nevndina í Føroya Pedagogfelag. Valið fer fram talgilt, og felagið boðar frá, at avgerðin um at útseta aðalfundin onga ávirkan hevur á hetta valið.

Seinasta freist at atkvøða millum tey bæði valevnini Noomi Skorá og Harald Joensen er, enn sum áður, 20. mars á middegi.

Í staðin fyri at kunngera úrslitið av aðalfundinum á ætlaða aðalfundinum, verður tað ístaðin kunngjørt á heimasíðu felagsins seinnapartin 20. mars.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder