Stór framgongd í atkvøðutali

Atkvøðutalið hjá Bjarna Hammer er hækkað úr 271 upp í 406, og tá eru tølini fyri Havnina ikki við enn. Sostatt hevur tingmaðurin í Suðuroy møguliga tvífaldað atkvøðutalið

Bjarni Hammer er sera fegin um stuðulin, sum hann hevur fingið á løgtingsvalinum, tó at hann leggur dent á, at einki ar avgjørt, fyrr enn úrslitið í Havn eisini fyriliggur

Bjarni Hammer er sera fegin um stuðulin, sum hann hevur fingið á løgtingsvalinum, tó at hann leggur dent á, at einki ar avgjørt, fyrr enn úrslitið í Havn eisini fyriliggur

2022-12-08 23:09 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Á løgtingsvalinum í 2019 fekk Bjarni Hammer 271 atkvøður og kom á ting sum nummar sjey fyri Javnaðarflokkin. Uppteljingin er ikki liðug, og higartil hevur javnaðartingmaðurin fingið 406 atkvøður, og tá vanta tølini fyri Havnina. Javnaðarflokkurin stendur í løtuni til at fáa 9 tingfólk.

Hóast, at úrslitið ikki er liðugt enn, so væntar hann, at hann er valdur inn hesuferð, sum er sera fegin um at hava fingið 301 atkvøður bara á Tvøroyri.

- Nú stendur Suðuroyggin fremst og má raðfestast. Okur vórðu bombað 50 ár aftur í tíð, tá Smyril fór á dokk og okur fingu Herjolf.

Tað er eisini trupult at fáa fígging at byggja hús, og tað má mann gera nakað við, sigur tingmaðurin millum annað.

- Annars snýr tað seg um at finna út av, hvønn mann kann samstarva við og royna at telja upp í 17. Men einki er avgjørt, fyrr enn úrslitið í Havn er klárt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder