Tvey stór skip liggja í løtuni við bryggju í Vestmanna og umskipa fisk. Tað er russiski trolarin, Arctica, sum er á Vestmanna við fiski til farmaskipið Samskip Glacier, sum er skrásett á Bahamas.
Heimasíðan hjá Vestmanna kommunu skrivar, at talan er um eina roynd við umskiping, sum helst varðar í fimm dagar.
- Vestmanna Bygdarráð hevur ikki samtykt at fara undir hetta virksemi. Men áðrenn man avvísir virksemi av hesum slag, verður tað kannað, um tað yvirhøvur ber til og um vit ynskja hetta slagi av virksemi á havnarlagnum, skrivar heimasíðan.
Keiøkið, har skipini liggja, er avbyrgt, soleiðis at einans fólk við serligum loyvi sleppa umborð á skipini. Somuleiðis sleppur manningin ikki í land orsakað av støðuni við Korona uttan heilt serligt loyvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald