Mentan

Stór skrivikapping í samband við Mentanarvikuna í Runavík

Hesaferð snýr kappingin seg um at skriva eina yrking. Í samband við hetta verða kveikingardagar og skriviskeið á Bókasavninum við Løkin, har Trygvi Danielsen og Lív Maria Róadóttir Jæger koma at leggja lag á

2023-02-01 19:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvat kann ein yrking vera? Ein yrking er ein tekstur, har orðini eru væl umhugsað, tí at tey eru nágreinilig og sigandi, tey ljóða væl og passa til evnið, sum yrkingin viðger. Ein yrking kann rýma, hon skal hava orðrútmur, hon skal flyta fram eina søgu, og lýsa og viðgera kenslur hjá ymiskum menniskjum. Ein yrking hevur eitt snið. Reglurnar eru stuttar og orðamyndir og samanberingar verða brúktar til at gera yrkingina meira inniliga og nemandi.   

Aftur í ár verður skipað fyri stórari skrivikapping í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, sum verður frá 23. - 30. april. Hesaferð verður kappingin at skriva eina yrking, og vinnararnir verða kunngjørdir í mentanarvikuni, sunnukvøldið 23. apríl.

Evnið í skrivikappingini er púra frítt. Fyri at kveikja áhuga og leggja lag á skrivingina, verða tvey tiltøk fyriskipað:

Fríggjakvøldið 10. februar kl. 19 verður kveikingardagur á Bókasavninum við Løkin, har Trygvi Danielsen og Lív Maria Róadóttir Jæger koma at lesa upp og hava eitt prát. Kveikingardagurin er púra óbindandi, og er hugsað sum ein hugnaløta við práti, góðum ráðum, upplestri og einum kaffimunni.

Síðani vera tvey skriviskeið við Trygva Danielsen á Bókasavninum við Løkin. Fyrra skeiðið er leygardagin 4. mars kl. 14-17 og seinna skeiðið er 10. mars kl. 14-17. Luttøka á skriviskeiðunum er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding, umvegis lokin(at)lokin.fo

Fyriskipararnir ynskja við afturvendandi skrivikappingini at kveikja áhugan fyri føroyska málinum og fyri skriving yvirhøvur í Føroyum.

[object Object]

Fyri at luttaka skulu yrkingar, sum eru í mesta lagi 1.000 orð, latast inn umvegis teldupost til Bókasavnið við Løkin á lokin(at)lokin.fo áðrenn 24. mars klokkan 18. Umráðandi er at senda føðidato við í teldupostinum.

Latnar verða fyrsta og onnur virðisløn, umframt møgulig serstøk virðisløn til ungt fólk, ið vísir serliga góð evnir. Dómsnevndin tilskilar sær rætt til at avgera, um virðislønir verða latnar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder