
Komandi leygarkvøld kann ein serlig konsert upplivast online á netinum. Tað er miðilin trubodin.fo, sum bjóðar til konsert við fýra frálíkum føroyskum bólkum. Talan er um Magna Christiansen, Blátt Gras, The Gadders og Tabita.
– Í vár sótu vit í Nesvík og tosaðu um vit ikki áttu at skipa fyri onkrari konsert í okkara nýggju høll. Bæði fyri at fáa høllina brúkta,, og eisini fyri at skaffa pening til at fíggja útbyggingina, greiðir Jørgen F. Andreasen, trúðboðari hjá Heimamissiónini frá.
Tankarnir gjørdust til veruleika og farið varð undir at skipa fyri jólakonsertini
Hóast fleiri onnur tiltøk í Nesvík eru avlýst vegna støðuna við korona, so varð hildið fast um hesa konsertina, ið verður skipað í beinleiðis stroyming úr høllini í Nesvík.
- Vit hava fingið nýmótans tøkni, sum ger hetta møguligt. Hetta fingu vit eina smakkiroynd av til stórmøtini, greiðir Jørgen frá.
Konsertin verður tveir og ein hálvan tíma long. Talan er um eina stuðulskonsert, og tí skal atongumerki keypast fyri 100 krónur á atgongumerki.fo
Magni Christiansen (Savnsmynd)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald