Stór umskipan var í donsku stjórnini í dag. Hetta varð m.a. útloyst av, at Dan Jørgensen, ráðharri fyri menningarsamstarv og veðurlagspolitikk, nú er tilnevndur at vera danskt umboð í ES-nevndini.
Eisini boðaði Mette Frederiksen frá í gjár, at skipast skulu trý nýggj ráð.
Les eisini: Veðurlagsráðharrin innstillaður til ES-nevndarlim
Eitt av nýggju ministarunum er evropaministari. Tað verður Marie Bjerre úr Venstre, sum higartil hevur verið ráðkvinna fyri talgilding og javnstøðu. Fremsta endamálið hjá nýggja evropaministaranum er at fyrireika danska formansskapin annað hálvár næsta ár.
Nýggj ráðkvinna fyri talgilding verður Caroline Stage Olsen úr moderata flokkinum, ið kemur frá einum starvi sum ráðgevi hjá Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharra. Javnstøðumálini verða flutt yvir til Magnus Heunicke (S), sum fær javnstøðuna afturat umhvørvismálunum.
Nýggjur ráðharri við trygdar- og tilbúgvingarmálum verður Torsten Schack Pedersen úr Venstre
Og so er tað nýggi ráðharrin fyri grønu trýpartaavtaluni. Tað verður sosialdemokraturin Jeppe Brus, sum flytur úr skattamálaráðnum. Nýggjur skattamálaráðharri verður Rasmus Stoklund.
Nýggj í donsku stjórnini er eisini verandi yvirborgarstjórin í Keypmannahavn, sosialdemokraturin Sophie Hæstorp Andersen, sum nú verður social- og íbúðarministari. Hon avloysir Pernille Rosenkrantz Theil, sum fer úr stjórnini.
Málsøkini, sum Dan Jørgensen hevur røkt verða flutt til aðrar ráðharrar. Lars Løkke Rasmussen yvirtekur menningarsamstarv, meðan veðurlagspolitikkur verður fluttur til Lars Aagaard, sum frammanundan er ráðharri við m.a. veðurlagsmálum.
Danska stjórnin
- Mette Frederiksen (S), statsministari
- Troels Lund Poulsen (V), verjumálaráðharri og varaforsætismálaráðharri
- Lars Løkke Rasmussen (M), uttanríkisráðharri
- Nicolai Wammen (S), figgjarmálaráðharri
- Sophie Løhde (V), innanríkis- og heilsumálaráðkvinna
- Peter Hummelgaard (S), løgmálaráðharri
- Jakob Engel-Schmidt (M), mentamálaráðharri
- Stephanie Lose (V), búskaparmálaráðkvinna
- Morten Bødskov (S), vinnumálaráðharri
- Magnus Heunicke (S), ráðharri við umhvørvis- og javnstøðumálum
- Ane Halsboe-Jørgensen (S), ráðkvinna við arbeiðsmarknaðarmálum
- Mattias Tesfaye (S), barna- og undirvísingarmálaráðharri
- Kaare Dybvad Bek (S), ráðharri við útlendinga- og integratiónsmálum
- Jeppe Bruus (S), ráðharri fyri grønu trýpartaavtaluna
- Jacob Jensen (V), ráðharri við matvøru-, landbúnaðar- og fiskimálum
- Thomas Danielsen (V), samferðslumálaráðharri
- Christina Egelund (M), útbúgvingar- og granskingarmálaráðharri
- Mette Kierkgaard (M), ráðharri við eldramálum
- Lars Aagaard (M), ráðharri við veðurlags-, orku- og veitingarmálum
- Marie Bjerre (V), evropamálaráðkvinna
- Morten Dahlin (V), ráðharri fyri býir og landøkir, kirkjumálaráðharri, og norðurlendskur samstarvsmálaráðharri
- Torsten Schack Pedersen (V), ráðharri fyri samfelagstrygd og tilbúgving
- Sophie Hæstorp Andersen (S), sosial- og íbúðarráðharri
- Rasmus Stoklund (S), skattamálaráðharri
- Caroline Stage Olsen (M), ráðkvinna fyri talgilding
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald