2018-11-12 09:31
Stórabretland leggur nú trýst á Saudiarabia fyri at fáa at vita hvat hendi, tá saudiarabiski tíðindamaðurin Jamal Khashoggi lat lív.
Jamal Khashoggi var dripin inni á saudiarabiska konsulátinum í Istanbul 2. oktober, men enn er ikki greitt júst hvussu hann lat lív.
Fleiri útlendskir miðlar skrivar, at bretski uttanríkisráðharrin, Jeremy Hunt, í dag fer á vitjan í Saudiarabia, har hann millum annað fer at leggja trýst á Salman kong og Mohammed bin Salman krúnprins, í eini roynd at finna útav hvat hendi, tá Khashoggi varð dripin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald