Síðan Taliban byrjaði at taka valdið í Afghanistan, hevur Stórabretland verið í holt við at flyta fólk úr høvuðsstaðnum Kabul, og higartil eru uml. 5.700 fólk flutt úr landinum síðan 13. august – harav bæði bretar og afghanarar.
Sambært bretska blaðnum The Times er ætlanin, at 6.000 bretar og afghanarar skulu flytast úr landinum í komandi viku, og freistin fyri, nær síðstu flogførini skulu í luftina, er eisini longd.
Higartil varð roknað við, at bretar vóru lidnir at flyta fólk úr Afghanistan týsdagin 31. august, men nú verða bretar væntandi ikki lidnir fyrr enn fríggjadagin 3. september ella leygardagin 4. september.
Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, ætlar at royna at fáa G7-londini at seta hørð revsitiltøk í verk móti Taliban, tá londini hava fund týsdagin. Hetta er ikki nakað, sum eitt nú amerikanski forsetin, Joe Biden, er ímóti. Tað veldst tó um, um Taliban framhaldandi letur amerikanskar ríkisborgarar í Afghanistan sleppa á flogvøllin, har tey kunnu verða flutt úr landinum, heldur hann.
Sambært Ritzau vita fleiri miðlar at siga, at tað er torført hjá afghanarum at koma fram til flogvøllin í Kabul, har ein røð av vesturlendskum londum í løtuni eru í ferð við at flyta borgarar úr Afghanistan.
Í gjár segði amerikanski forsetin, at mann framhaldandi vónaði, at mann var liðugur við at flyta fólk úr Afghanistan í seinasta lagi 31. august, men um onnur lond ynskja tað, fer umsiting hansara at kanna møguleikan fyri at halda fram í september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald