Lógloysi ræður nógvastaðni, tá tað kemur til ung, sum koyra á prutli og skutarum.
Í gjár gjørdi løgreglan átøk móti prutlum í Vestmanna og í Miðvági.
Skjótt eftir at politisternir høvdu stilla seg í bygdunum, fingu teir fatur á ólógligum prutlum. Men tað gekk heldur ikki long tíð eftir hetta, so vóru ongi prutl at síggja koyrandi í bygdunum.
Løgreglan hevur í løtuni ikki tal á hvussu nógvar sakir komu burtur hesum átakinum, men tað eru í minsta lagið tíggju.
Í einum føri vóru tvey prutl tikin við fýra ungfólkum tilsamans. Ongin teirra hevði hjálm, og tað er heldur ikki loyvi at vera meira enn ein á prutlinum.
So at siga eingin av teimum, sum koyrdu, høvdu koyrikort, fleiri vóru alt ov ung, niður í 14 ár, og fleiri av prutlunum vórðu eisini gjørd til at koyra skjótari enn lógligt er.
Bjarni Nattestad, sum er vaktleiðari á løgreglustøðini í morgun, loysir frá posabandinum yvir óskilið:
- Eg veit ikki hvussu nógv tað hjálpir, at løgreglan brúkar nógva tíð og orku til at skriva út bøtur til børn, sum koyra ólógliga á prutlum og skutarum.
- Eg kann tí ikki lata vera við at harta foreldrini fyri at loyva børnunum út at koyra. Tað er ikki í lagi at foreldrini loyva børnum sínum út at koyra á ólógligum prutlum, uttan koyrikort og við øðrum á akfarinum. Hetta er ábyrgdin hjá foreldrunum, heldur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald