Innanlands

Stórmøtini á netinum í vikuskiftinum

Trúboðin sendir stórmøtini við heitinum "Hvar finni eg frið?". Á skránni vera bæði sangir úr goymsluni og nýggjar upptøkur, umframt talur hvørt kvøld

Áhoyrarar verða ikki til staðar undir møtinum, men stroymt verður

Áhoyrarar verða ikki til staðar undir møtinum, men stroymt verður

2022-01-03 16:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ikki altíð, at lívið gongur, sum vit høvdu vónað, og vit liva í eini tíð við nógvum ótta og stórari óvissu. Tí fara Stórmøtini hesuferð at vera um spurningin: Hvar finni eg frið?

Soleiðis skrivar Trúboðin á heimasíðuni í dag. Stórmøtini skuldu upprunaliga vera á skránni í november 2021 og síðani 7. - 9. januar í ítróttarhøllini á Skála, men í desember varð avgerð tikin um at avlýsa tey, orsakað av koronustøðuni.

Stórmøtini vera tó, á ein hátt, kortini á skránni næsta vikuskifti. Trúboðin fer at stroyma møti - høvuðsevni verður "Hvar finni eg frið"

Skráin:

Fríggjadag 7/1 kl. 20:00

“Hvar finni eg frið? – í mini órógv.”
Torleif Johannesen, Sjómannstrúboðari

Leyardag 8/1 kl. 20:00

“Kann ótti vera góður?”
Mariann Djurhuus Poulsen, varaskúlastjóri
Kórið frá Sangfagnaðinum syngur tveir sangir

Sunnudag 9/1 kl. 18:00

“Hjá Jesusi finni eg friðin”
Hanus á Gørðum, prestur


Soleiðis lýsir trubodin.fo møtini: 

- Fríggjakvøldið verður tað Torleif Johannesen, sum fer at tala um evnið: Hvar finni eg frið – í míni órógv? Í lívinum er nógv ymiskt, sum kann geva okkum órógv og ófrið. Fíggjarviðurskifti, arbeiði, sambond við onnur menniskju og okkara egna heilsa eru til stóra gleði, tá ið alt er í lagi. Men, um vit hava trupulleikar á hesum økjum, so er skjótt, at lívið verður merkt av ótta og ófriði. Tí hevur fyrireikingarbólkurin heitt á Torleif um at koma við einum boði uppá, hvar vit kunnu finna frið, tá ið ófriður rakar.

- Men, er allur ótti ringur? Ella kunnu vit tosa um ein góðan ótta? Tá ið vit lesa í Bíbliuni kann tað tykjast, sum tosað verður um tvey sløg av ótta. Annar óttin er skaðiligur og hann eigur ikki at fáa fótafesti í okkara lívi. Hin óttin er góður og gagnar okkum, og hendan óttan skulu vit eggja til. Tí fer Mariann Djurhuus Poulsen at tala um evnið: Kann ótti vera góður? Hon fær orðið leygarkvøldið.

- Sunnukvøldið fara vit at hava eina friðarveitslu. Hetta er stuðul og eggjan til tey troyttu, tey sum stríðast, tey sum angra, tey vónbrotnu, tey bangu og tey, sum stúra. Vit fara at gleðast og fegnast í Guds náði og hansara friði. Tað er Hanus á Gørðum, sum hetta kvøldið talar um evnið: Hjá Jesusi finni eg friðin.

- Hetta vikuskiftið fara vit eisini at síggja ein vitnisburð um, hvussu Gud hjálpti eini manning umborð á einum sleipibáti í Barentshavinum. Annars verður góður møguleiki at sita og syngja við, tá ið vit fara at vísa nakrar av sangunum, sum vórðu tiknir upp til Stórmøtini 2020. Leygarkvøldið verður eisini brot úr upptøkuni frá Sangfagnaðinum í oktober víst. Møguliga finna vit eisini aðrar sangir fram úr goymsluni hjá Trúboðanum. Tað kanst tú fáa meira at vita um við at fylgja við her á Trúboðanum frá fríggjakvøldinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder