
Upprunaliga skuldu Stórmøtini hjá Heimamissiónini verða fyrst í novemeber, men stóra tiltakið varð útsett til fyrst í næsta árið, orsakað av koronustøðuni fyri beint yvir einum mánaði síðani.
Nú er avgerð tikin um, at avlýsa møtini, sum vóru sett á skrá vikuskifti 7. til 9. januar. Hetta kunnar Heimamissiónin um á heimasíðuni hjá Trúboðanum:
- Í løtuni er lítið sannlíkt at vit vera í “grøna økinum”, og er avgjørt at avlýsa tiltakið, sum annars vanliga savnar nógv fólk í heilt vikuskifti.
Tað grøna økið í almennu tilmælunum hjá myndugleikunum er galdandi, tá færri enn 15 eru smittað um dagin - í miðal fyri eina viku. Í tí førinum er eingin avmarkan á, hvussu nógv fólk kunnu savnast.
Avgerðin varð kunngjørd týsdagin, ein mánaða áðrenn byrjanardagfestingina í høllini á Skála. Eftir tilmælum frá heilsumyndugleikum varð eisini gjørt av at útseta leguna fyri tey í 7.-10.flokki, sum skuldi verða í Nesvík hetta vikuskifti. Legan, sum upprunaliga skuldi vera í oktober, er nú sett á skrá til 11.-13. mars 2022.
- 2021 gjørdist tíverri eisini eitt ár við nógvum avlýsingum. Vit kunnu tó gleðast um, at summarlegurnar kundu haldast sum vanligt, har børn í hópatali vóru saman um Guds orð, skrivar trubodin.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald