Um vikuskiftið verður ítróttarhøllin á Giljanesi í Vágum karmur um árligu stórmøtini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.
– Skráin er fjølbroytt við tiltøkum til børn, ung og vaksin – so tað er eitt upplagt høvi fyri alla familjuna at vera við. Lagt verður upp til eitt gevandi tiltak, har evangeliið, sangur og góður felagsskapur er í fokus, siga fyriskipararnir í tíðindaskrivi.
– Yvirskriftin fyri Stórmøtini í ár er ‘Hvar ert tú?’ Hendan spurning rópti Gud í paradísi, tá Ádam og Eva goymdu seg fyri honum eftir syndafallið. Síðan tá hava menniskju goymt seg fyri Gudi – og mangan eru vit ikki greið yvir tað sjálvi. Men Gud hevur ikki uppgivið okkum. Hann leitar upp og vil bjarga tí, sum er fallin og burturvilstur.
Fríggjakvøldið verður eitt stórt sangkvøld, har Magni Christiansen og onnur luttaka, og leygardagin klokkan 16 verður eitt sangtiltak við gospelkórinum VOX. Í 2020 skrivaðu Torleif Johannesen og Ásbjørn Berthelsen 12 nýggjar sangir, og teir kemur VOX at syngja. Annars verða framførslur til ymsu tiltøkini við Magna Christiansen, VOX, Blátt Gras, Anton og Fríðunn í Liljudali, stóra kórinum frá barnasangfagnaðinum og sangbólkinum Tabitha, skriva fyriskipararnir.
– Til øll møtini verður skipað fyri barnaansing, so øll familjan kann vera við. Leygarkvøld verður eisini eitt juniortiltak, har okkurt spennandi er til tey eldru børnini. Sunnudagin verður stóra SIMBA hittið, sum er serliga ætlað børnum. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl. 22.00 verða ungdómsløtur, har tey ungu eru í fokus. Her verður nógvur lovsangur, framførslur og vit hoyra Guds orð saman.
Meira kann lesast um Stórmøtini á www.mission.fo.
Mentan
Stórmøtir á Giljanesi um vikuskiftið
Lagt verður upp til eitt gevandi tiltak, har evangeliið, sangur og góður felagsskapur er í fokus, siga fyriskipararnir
2023-11-01 14:30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald