2020-03-01 16:38
Brimið, sum stóðst av eystanstorminum leygardagin og leygarkvøldið, hevur volt umfatandi skaðar á Sundi, skrivar SEV.
Óvanliga nógvur uppgangur var, og hetta hevur millum annað havt við sær skaðar á vegin oman til Sundsverkið, á keiina á Sundi og á grótlaðingina fram við øllum Sundsverkinum.
(Mynd: SEV)
Sjógvpumpuhúsið til støð 1 og 2, sum hýsir køliútbúnaði til motorarnar, hevur fingið skaða, men framleiðslan á Sundsverkinum koyrir tó sum vant.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald