Uttanlands

Stormy Daniels handtikin í strippklubba

Amerikanska pornosjónleikarinnan skal hava lovað einum kunda at nema við seg, meðan hon strippaði fyri honum

(Mynd: Eduardo Muñoz)

(Mynd: Eduardo Muñoz)

2018-07-12 09:31 Author image
Oda Strøm
placeholder

Kvinnan, sum uppáheldur, at hon í 2006 hevði kynsligt samband við forsetan í USA, Donald Trump, er handtikin á einum strippklubba í Kolumbus í statinum Ohio fyri at lova einum kunda at nema við seg, meðan hon strippaði fyri honum. 

Sambært advokati hennara var nertingin tó av "ikki-kynsligum slagi", og hann vil vera við, at handtøkan var politiskt grundað. 

- Tað var ein fella og politiskt grundað. Tað luktar langt av desperatión. Vit fara at stríðast móti hesum følsku skuldsetingunum, skrivar advokaturin hjá Stormy Daniels, Michael Avenatti, á sosiala miðilin Twitter.

Harafturat skrivar advokaturin, at hann væntar, at Stormy Daniels verður leyslatin móti veðhaldi skjótt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder