Hósdagin fyrrapartin, lokala tíð, kom stórur eldur í eina teknifilmsverkstovu í vesturjapanska býnum Kyoto. Kyoto Animation Studio, vanliga nevnd KyoAni, hevur seinastu 38 árini framleitt nógvar teknifilmar og teknifilmsrøðir. Í gjármorgunin føroyska tíð varð ein deyði staðfestur, men skjótt fór talið upp.
Les eisini: Eldur í japanskari teknifilmsverkstovu: Ein latið lív og 30 særd
Fleiri vórðu tá mett at vera í lívsvanda, og eftir at sløkkiliðið hevði fingið tamarhald á eldinum, hetta tók fleiri tímar, og kannað bygningin, var greitt, at heili 33 fólk høvdu latið lív í tilburðinum: 12 menn, 20 kvinnur og ein persónur, hvørs kyn ikki er staðfest enn. 74 fólk vóru inni í KyoAni, tá eldur kom í.
Talan var um ein ásettan eld. Løgreglan í Kyoto handtók skjótt ein mann, sum er ákærdur fyri stoytt brennievni inn í bygningin, og løgreglan. 41-ára Maðurin, sum er vorðin handtikin fekk, sambært tíðindastovuni AP, eisini skaða av eldinum. Sambært japanskum sjónvarpi stoytti hann bensin út á fyrstu hædd og setti síðani eld á.
Í dag komu fjepparar, teknarar og íbúgvarar í økinum at leggja blomstur fyri at vísa teimum deyðu virðin. Nógv vóru sera rørd av og óskiljandi um hana, tá tey tosaðu við miðlar á staðnum. Eygnavitnir hava sagt, at tann handtikni maðurin rópti: "Doyggj", tá hann stoytti brennievni, og sambært einum eygnavitni segði hann: "Tey eftirgera", tá hann varð handtikin.
Um tað er hópdráp, sum alt bendir á, at tað er, so er tað tað størsta av sínum slag í Japan síðani 2011. Tá var eisini talan um ein ásettan eld og 44 fólk lótu lív í einum bygningi í Tokoyo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald