Uttanlands

Størsta óhefta blaðið í Russlandi tekur ein steðg

Virksemið verður tikið uppaftur, tá kríggið í Ukraina er liðugt, verður sagt

Dmitrij Muratov, ábyrgdarblaðstjóri á Novaya Gazeta fekk í fjør Friðarheiðursløn Nobels (Mynd: EPA)

Dmitrij Muratov, ábyrgdarblaðstjóri á Novaya Gazeta fekk í fjør Friðarheiðursløn Nobels (Mynd: EPA)

2022-03-28 18:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Virksemið hjá Novaya Gazeta, størsta óhefta blaðnum í Russlandi, tekur ein steðg, inntil kríggið í Ukraina er liðugt.

Tað sigur ábyrgdarblaðstjórin, Dmitrij Muratov.

Dmitrij Muratov vann í fjør Friðarheiðursløn Nobels saman við filipinsk-amerikonsku tíðindakvinnuni Maria Ressa fyri at verja talufrælsið, og í farnu viku boðaði hann frá, at hann fór at selja sítt Nobel-heiðursmerki á uppboðssølu til frama fyri Ukraina.

Les eisini: Selur Nobel-heiðursmerki fyri at hjálpa Ukraina

Muratov sigur, sambært Ritzau, at hetta var ein torfør avgerð at taka, men tað var kortini neyðugt fyri at tryggja, at virksemið hjá blaðnum kann halda fram í framtíðini.

Hann sigur, at tey hava fingið enn eina ávaring frá Roskomnadzor, ið er miðlaeftirlitið í Russlandi.

– Vit gevast at útgeva blaðið á okkara heimasíðu, á sosialum miðlum og á prenti, inntil "serliga atgerðin í Ukraina" er yvirstaðin, sigur hann.

Russiskir miðlar hava fingið forboð ímóti at brúka orðini innrás og kríggj í sambandi við tað, sum gongur fyri seg í Ukraina, og hava miðlar fingið boð um í staðin at nevna hetta eina "serliga hernaðarliga atgerð".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder