Ukraina hevur í nátt framt eitt umfatandi dronuálop á økið kring russiska høvuðsstaðin Moskva.
Trý fólk hava latið lív í Moskva-landslutinum, meðan ein hevur latið lív í Belgorod-landslutinum, upplýsa russiskir myndugleikar.
Sambært tíðindastovuni Reuters er talan um størsta ukrainska álopið á Moskva í yvir eitt ár.
Tíðindastovan AFP skrivar, at lopið hevur verið á fleiri russiskar landslutir við fleiri enn 500 ukrainskum dronum í nátt. Russiska loftverjan hevur, sambært russiska verjumálaráðnum, skotið tær flestu dronurnar niður.
Reuters skrivar, at 12 fólk fingu skaða í álopunum í nátt.
Fyri fáum døgum síðani lótu 24 fólk lív í einum dronuálopi á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj boðaði tá frá, sambært tíðindastovuni Ritzau, at Ukraina fór at svara aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald