2021-05-12 07:02
Dansibandsfestivalurin 2021 er farin framvið og festivalurin gjørdist tann størsti og nógv tann besti nakrantíð.
Tað siga fyriskipararnir um festivalin, sum í Vági var næst síðsta vikuskifti.
Smílandi andlit í stórt hundrað-tali frá fyrstu løtu til festivalurin endaði siga nógv - og eru okur takksom fyri stóra stuðulin. Ikki minst eru okur takksom fyri hjálpina frá stóru fjøldini, sum hjálpti til í døgunum áðrenn festivalin, meðan festivalurin var og í døgunum eftir festivalin, ljóðar frá fyriskiparunum.
Dansibandsfestivalurin verður aftur í døgunum 6. og 7. mai 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald