Mentan

Størsti pallur nakrantíð

Summar Festivalurin spílar seg út við størri palli enn nakrantíð

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-08-08 16:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsins størstu konsertir verða hildnar á Vágsbø í Klaksvík. Seinastu árini hava bólkar sum Westlife, Roxette, The Scorpions, Kim Larsen og Cliff Richard savnað sera stórar fólkamongdir. Í ár verður roknað við sera nógvum fólki til konsertina við eitt nú Rasmus Seebach fríggjakvøldið.

Stórar konsertir krevja nógv pláss til áhoyrarar, stóran pall og framkomna tøkni, og Summar Festivalurin raðfestir stóra pall á Vágsbø ovarliga.

– Summar Festivalurin hevur sera góða undirtøku millum fólk, og tað hevur gjørt tað møguligt hjá okkum at skapa karmar konsertir við altjóða bólkum. Vit hava gott pláss á bønum, vit hava vanliga nógvar gestir, og so hava vit lagt dentin á at hava pall og tøkni á altjóða stigi, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.

Fróði Vestergaard Dam, sum er leiðandi tøkningur hjá Ljóðtøkni, er spentur upp á pallin í ár.

– Hetta er størsti pallur, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum. Tað er neyðugt at hava so stóran pall fyri at hýsa eitt nú konsertina við Rasmus Seebach, sum hevur eina stóra framleiðslu við sær til Føroya. Vit eru sera spentir upp á pallin, og ljóðið fer at verða knasandi gott, sigur Fróði Vestergaard Dam.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder