Innanlands

Størsti vøksturin var í høvuðsstaðarøkinum

Seinasta árið hevur størsti fólkavøksturin verið í høvuðsstaðnum og í Eysturoynni – minsti vøksturin var í Suðuroynni og Sandoynni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-05-11 12:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í tíðarskeiðnum 1. apríl 2019 – 1. apríl 2020, er fólkatalið vaksið við 856 fólkum.

Les eisini: Fólkatalið nú komið upp á 52.428

Sambært Hagstovuni var fólkavøkstur í øllum høvuðsøkjum, men stórur munur er kortini teirra millum.

Í tali var størsti vøksturin í høvuðsstaðarøkinum – 435 fólk, og í Eysturoynni – 209.

Í Norðoyggjum vaks talið við 87 fólkum, í Vágum 70, og í Streymoynni (undantikið høvuðsstaðin) vaks talið við 41.

Minsti vøksturin var í Suðuroynni og í Sandoynni, har talið vaks við ávikavíst 11 og trimum fólkum.

Vøksturin lutfalsliga størstur í miðøkinum

Lutfalsliga var størsti vøksturin í miðøkinum.

Í Høvuðsstaðarøkinum var vøksturin 2,2 prosent, í Vágum 21, prosent, og í Eysturoynni 1,8 prosent.

Í Norðoyggjum var vøksturin 1,4 prosent, og í Suðuroynni og Sandoynni var vøksturin ávikavíst 0,9 og 0,2 prosent.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder