Innanlands

Stórt granntræ gróðursett í Vági

Ynski er, at kommunan í framtíðini sleppur undan at keypa granntrø, sum eru feld, og kann fara yvir til eina meira burðardygga loysn. Serliga tá tað kemur til jólamánaðin í Vági

2022-11-17 21:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vágs Kommuna hevur í 2022 arbeitt við eini verkætlan, ið nevnist Burðardygg býarfríðkan. Tankin við verkætlanini er, at kommunan ger grøn átøk ymsastaðni í bygdini. Í burðardyggu býarfríðkanini er ætlanin at grønu økini í Vági verða dagførd og nýggj verða gjørd. Á útvaldu økjunum verða blómur, runnar og trø gróðursett.

Fyrsta stigið í verkætlanini er komið so mikið, at nú er tað sett í verk. Talan er um gróðursetanina av einum nærum seks metra høgum granntræi – eitt livandi jólatræ – á økinum við minnisvarðan. Jólatræið er eitt Abies Nordmanniana granntræ, sum hóskar til føroyska veðurlagið. Harumframt verða 10 onnur størri trø og runnar gróðursett við minnisvarðan í Vági. Vónin er, at hesi trø koma at veksa seg til og at fríðka um minnisvarðan. Trøini eru keypt og innflutt úr Hollandi.

– Talan er um eina royndarverkætlan, sum kommunan er í holt við. Vit eru sera spent at vita, hvussu jólatræið og hini trøini koma at trívast í Vági. Okkara vón er, at trøini – serliga jólatræið – kemur at trívast og veksa seg til. Jólatræið er lægri enn vit eru von við, men hetta er fyri at tryggja, at træið hevur bestu forskriftir til at koma sjeg í føroyska veðurlagnum, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri.

Økið við minnisvarðan er karmur um fyrsta stigið í verkætlanini. Økið er stórt og sera væl egnað. Økið er 2.500 m2 og liggur mitt í Vági. Kommunan hevur í fleiri umførum arbeitt við, at fríðka um økið. Og talan er um eitt økið, sum verður brúkt til ymisk endamál. Umframt minnisstaðurin hjá teimum, sum eru farin á sjónum, so verður økið brúkt tá eitt nú, Grækarismessu- og flagdagshald eru í Vági. Eisini verður Jóansøkan sett við Minnisvarðan. Jólahaldið hjá kommununi verður eisini skipað á hesum økið.

Í verkætlanini verða onnur tiltøk hjá Vágs Kommunu savnað. Nevnast kunnu Várdagar í Vági, plantupakkin, ókeypis træspónir, plantan av summarblómum og ruddingardagurin. Endamálið er at arbeiða ítøkiliga við nøkrum felagsætlanum í kommununi. Á hendan hátt gerst kommunan betri at lyfta í felag.

Vágs Kommuna vónar at jólatræið og verkætlanin Burðardygg býarfríðkan verður væl móttikin. Og fyrsta royndin verður 27. november, tá almenna jólahaldið og jólatræið verður tendrað.

Vágs kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder