Innanlands

Stórt mótmælistiltak á Vaglinum í dag

Klokkan 10 verður mótmælistiltak, sum foreldur skipa fyri á Vaglinum. Fleiri enn 800 fólk hava boðað frá, at tey luttaka

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-18 08:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Foreldur skipa fyri mótmælistiltaki á Vaglinum klokkan 10. Orsøkin er verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag, sum byrjaði mánadagin, og hetta tiltakið stuðlar pedagogunum.

Vit foreldur ynskja raðfesting. Vit ynskja at okkara børn verða raðfest, at teirra starvsfólk verða raðfest og at námsfrøðin verður raðfest, stendur at lesa um tiltakið.

Higartil eru fleiri enn 800 fólk, sum hava boðað frá, at tey luttaka í mótmælistiltakinum.

Samstundis sum tiltakið fer av bakkastokki á Vaglinum klokkan 10, fer uppskotið hjá Helga Abrahamasen, landsstýrismanni, eftir tingskránni til fyrstu viðgerð í løgtinginum.

Pedagogfelagið bjóðaði í gjár Helga Abrahamsen at seta verkfallið, sum hevur verið síðani mánadagin, í bíðistøðu um hann tók uppskotið, um at við lóg at tryggja Almannaverkinum neyðug undantøk, aftur.

Um uppskotið verður tikið aftur, er ikki greitt enn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder